2022-10-13 03:22
Somikið er til av grind, at frá í morgun klokkan 9 ber til hjá havnarborgarum at heinta grind og spik á vestaru Bryggju.
Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá.
Minnist til at taka íløt við, verður sagt.
Tað eru starvsfólk hjá kommununi, sum skera upp og handa út til borgararnar.
Grindin taldi 225 hvalir, og sum skilst vóru drápspartarnir eitt skinn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald