Nú er aftur latið upp fyri umsóknum til granskingarskránna "í Norðuratlantshavi, sum Granskingarráðið" umsitur. 7,8 mió. kr eru leysar at søkja, og stuðul verður væntandi latin 2-3 verkætlanum.
Hetta skrivar Sambandsflokkurin á Fólkatingi í tíðindaskrivi í dag.
Tað var Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, sum heitti á donsku stjórnina at játta pening á fíggjarlógini til havgransking kring Føroyar og í Norðuratlantshavi.
Í 2021 vóru 16 milliónir krónur leysar at søkja úr puljuni, og 14 milliónir vórðu játtaðar til tvær ph.d.-verkætlanir og tvær post.doc-verkætlanir við luttakarum frá stovnum í Grønlandi, Føroyum og Danmark umframt Norra og Skotlandi.
Granskingarráðið boðar frá, at hugt verður eftir umsóknum við denti á havgransking, ið er tengd at - tó ikki avmarkað til - ryggin millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skotland. Best egnaðu vísindagreinar eru til dømis alis-, evna-, lív- ella havfrøði, íroknað evni sum havsúrgan og veðurlagsbroytingar, havvistskipanir ella lívfrøðiligt margfeldi.
Umsóknarfreistin er 25. august 2022 klokkan 12.00 føroyska tíð. Meira kann lesast um treytir og annað á www.gransking.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald