Mentan

Harry Potter verður 38 ár í dag

Sama dag sum J. K. Rowling fyllir 53

Mynd: Insider

Mynd: Insider

2018-07-31 22:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag hava tvey kend fólk føðingardag. Tann eina er millum ríkastu rithøvundarnar í heiminum, og hin er ein fiktivur persónur, og millum kendastu gandakallarnar í heiminum

Talan er um J. K. Rowling og hetjuna í bókunum hjá henni, Harry Potter, sum í dag fylla ávikavíst 53 og 38 ár.

J. K. Rowling, ella Joanne Rowling, sum hon eitur í veruleikanum, varð fødd 31. juli í 1965, og Harry Potter varð føddur 31. juli í 1980.

Í Harry Potter bókunum verður føðiárið hjá Harry ikki beinleiðis nevnt, men fyrsta ábendingin kann finnast í "Harry Potter og kamarið við loynidómum", tá dreygurin, Næstan Heysaleysi Nick bjóðar til 500 ára deyðsdagshald tann 31. oktober 1992. Tá er Harry 12 ár. Sostatt ber til at rokna út, at Harry, hevði hann verið til í veruleikanum, hevði verið 38 ár í dag.

Harry Potter bøkurnar byrja fyrst í 90unum, sum eisini er tá J. K. Rowling byrjaði at skriva bøkurnar. Fyrsta bókin varð givin út av Bloomsbury í 1997 og sjeynda og seinasta bókin í upprunarøðini kom út í 2007. í 2016 kom 8. søgan, ein leikur, ið greiddi frá upplivingunum hjá Albus, yngsta soninum hjá Harry Potter. Í Føroyum vórðu Harry Potter bøkurnar givnar út av Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Sjeynda Harry Potter-bókin endar 19 ár aftaná, at Harry vann á ónda gandakallinum Lord Voldemort, nágreiniligari 1. september í 2017. Tann 1. september í fjør møttu ein rúgva av Harry Potter fjepparum upp á King's Cross togstøðini í London, sum í bókunum er har, ung gandafólk taka tokið í skúla hvørt ár. Í hesum sambandi høvdu starvsfólk á tokstøðini koyrt Hogwarts snartokið á skránna yvir fráferðir hendan dagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder