Innanlands

Harðskapur í Føroyum kann kosta Teiti

Ákærin í málinum um neyðtøku við Teiti Skoubo hevur í morgun gjørt vart við, at Teitur áður er dømdur fyri harðskap. Tað var í 2014

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-10-26 11:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani hendan greinin varð skrivað, er dómur fallin í málinum. Teitur Skoubo er í landsrættinum dømdur sekur fyri harðskap, men ikki fyri neyðtøku, sum býarrætturin annars gav honum hálvt triðja ára fongsulsrevsing fyri.

Dómurin er tríggir mánaðir fongsul. Tí er Teitur Skoubo er frælsur maður.

Les eisini: Teitur Skoubo er frælsur maður

---

Teitur Skoubo hevur fyrrapartin sitið á ákærubeinkinum í Eystari landsrætti í Odensen, har rættarmálið frá býarrættinum sum endaði við dómi fyri neyðtøku, er fyri.

Í rættarmálinum í morgun er komið fram, at 27 ára gamli havnarmaðurin er dømdur fyri harðskap áður, og tí helt ákærin, at revsingin skuldi herðast, skrivar Se og Hør.

Ákærin fór eftir fongsulsrevsing upp á tvey ár og níggju mánaðir til trý ár, sum er meira enn revsingin upp á hálvt triðja árið, sum býarrætturin gav honum.

Málið, sum ákærin tosar um, er sambært Se og Hør ein hending í Føroyum í 2013, har ein fløska bleiv kastað, og Teitur Skoubo er dømdur fyri at hava sparkað ein persón. Teitur Skoubo fekk dómin í 2014.

Verjin hjá Teiti Skoubo krevur frídøming.

Dómur fellur í Odense um eina løtu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder