Innanlands

Harðskapsmál í Havn: Maður stungin við saksi

Brotsmaðurin skal fyri rættin

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-08-26 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan fimm í morgun varð ein bilførari í Klaksvík tikin fyri at koyra ávirkaður.

Blóðroynd er tikin av honum, og málið verður tikið upp aftur seinni.

Klokkan 6.09 í morgun fekk løgreglan boð um eitt harðskapsmál í einum privatum húsum í Havn.

Ein maður hevði stungið ein annan mann við einum saksi.

Tá løgreglan kom á staðið, varð brotsmaðurin handtikin.

Hetta er so mikið álvarsamt mál, at brotsmaðurin verður koyrdur fyri rættin, sigur vakthavandi á politistøðini við Portalin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder