Innanlands

Harðskapsmál í Havn

Í gjár fóru tveir mans til hendurs í høvuðsstaðnum, og løgreglan tók tveir bilførarar fyri rúsdrekkakoyring

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-11-14 08:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar nú eitt harðskapsmál, sum varð fráboðað í Havn í gjár.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at talan er um tveir mans, sum høvdu fingið eitt sindur niðurum og vóru farnir til hendurs. Eingin fekk tó álvarsligan skaða.

Annars hevur seinasta samdøgrið sum heild verið friðarligt, verður upplýst. Løgreglan hevur tó farna vikuskiftið gjørt fleiri málrættað ferðsluátøk, har kannað m.a. var, um bilførarar vóru edrúir, og tað vóru teir ikki allir.

Í gjár vórðu tveir bilførarar tiknir fyri rúsdrekkakoyring – ein í Havn og ein í Norðurøkinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder