Mentan

Hanus G syngur sínar slagarar á Summar Festivalinum

Klaksvíkingurin hevur havt nógvar framførslur á festivalinum - nú eru nøkur ár síðani, at vísusangarin og tónasmiðjurin var við seinast

Hanus Gærdum Johansen tá hann fyri trimum árum síðani fekk Mentanarvirðisløn landsins (Mynd: Sverri Egholm)

Hanus Gærdum Johansen tá hann fyri trimum árum síðani fekk Mentanarvirðisløn landsins (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-21 17:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hanus Gærdum Johansen, best kendur sum Hanus G, verður við á Summar Festivalinum í august. Hanus hevur havt nógvar minniligar framførslur á festivalinum – eitt nú var hann við á fyrsta festivalinum í 2004 – men nú eru nøkur ár, síðani hann spældi seinast.

Hanus vaks upp í Klaksvík, og hann var virkin í tónleikalívinum í Klaksvík í nógv ár. Hann fór at spæla gittar og syngja sum blaðungur, og Hanus var við í onkrum tónleikabólkum. Til dømis var hann við fyrstu árini hjá Frændum, og legði hann rødd til sangir á tveimum teimum fyrstu útgávunum hjá Frændum.

Hanus Gærdum Johansen er tó fyrst og fremst kendur sum tónasmiðjur og fólkakærur vísusangari, sum dugir at fanga eina og hvørja mannfjøld – um hon er stór ella lítil. Hanus hevur gjørt nógv løg og givið nógvan tónleik út í gjøgnum árini. Ikki minst er hann kendur fyri at tulka yrkingar hjá Pól F. við egnum løgum.

Hanus hevur fingið fleiri heiðurslønir fyri sítt tónleikaliga avrik, og fyri trimum árum síðani fekk hann Mentanarvirðisløn landsins.

Vísusangarin hevur havt óteljandi framførslur heima og burturi. Nú er tíðin komin, at hann aftur spælir á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar frá 3. til 5. august.

Summar Festivalurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder