Innanlands

Handilsstuldur í høvuðsstaðnum

Løgreglan kannar í løtuni eitt mál, sum er farið fram um vikuskiftið, og meldað í gjár – Virðið á tí, sum varð stolið, er ógreitt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-20 10:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar í løtuni eitt mál um handilsstuldur.

Talan er um onkran, sum hevur stolið úr einum handli í Havn, og hendingin varð fangað á vakmyndatóli.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at málið varð meldað í gjár, men at tað nokk er hent um vikuskiftið.

Upplýst verður ikki, hvat varð stolið, men talan er, sum skilst, ikki um reiðan pening. Samlaða virðið á stolnu vørunum er enn ógreitt.

placeholder
placeholder