Innanlands

Hálvafjórðu ferð hjá læknanum í miðal

Sandoyingar vitja læknan mest – suðringar minst, vísa hagtølini hjá Hagstovuni

2021-09-07 08:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kommunulæknarnir í Føroyum fingu í fjør stívliga 185.000 vitjanir í læknaviðtaluhølum sínum. Tað er ein vøkstur á 11 prosent í mun til árið fyri, skrivar Hagstovan.

Av hesum vóru umleið 25.000 avgreiddar gjøgnum telefon orsakað av covid-19 smittuvanda. Um 4.000 ella tvey prosent av viðtalunum vóru viðtalur hjá fólki við bústaði uttanlands.

Hagstovan skrivar, at í miðal vitjaðu vit kommunulækna hálva fjórðuferð um árið. Fólk yvir 70 ár vitja læknan mest, roknað eftir fólkatalinum, konufólk eru oftari til lækna enn menn. Fólk í Sandoyarøkinum vóru mest hjá lækna (6,0 pr. íbúgva) – suðringar minst (2,9 viðtalur pr. íbúgva).

Samband við kommunulæknan umvegis telefon ella teldu er ikki roknað við í yvirlitinum.

Nógv tann størsti parturin av øllum viðtalum, svarandi til 95 prosent, fer fram í dagtíð, sum er mánadag til fríggjadag millum kl. 8 og 16.

Munur er millum høvuðsøkini, tá hugt verður eftir hvussu stórur partur av viðtalunum fer fram í dagtíð og harvið eisini, hvussu stórur partur fer fram uttan fyri dagtíð. Serliga skilja Norðoyggjar og Suðuroy seg burturúr við 99 prosent av viðtalunum í dagtíð, samanborið við t.d. Suðurstreym, har umleið 8 prosent var uttan fyri dagtíð.

Verður hugt eftir viðtalum eftir aldri og kyni, sæst, at 24.000 fleiri viðtalur eru við konufólk enn við mannfólk. Býtið er 56 prosent av viðtalunum við konufólk og 44 prosent við mannfólk. Upp til 15 ára aldur er javnt býtt millum kynini, men síðan er størri parturin av viðtalunum við konufólk.

Verður talið av viðtalum roknað fyri hvønn íbúgva í hvørjum aldursbólki, sæst at fægstu viðtalurnar í 2020 eru hjá børnum í skúlaaldri við 1,6 til 1,7 pr. íbúgva, meðan títtleikin so hækkar líðandi og er størstur við 5,5 til 6,6 viðtalum pr. íbúgva hjá fólki eldri enn 75 ár. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder