Innanlands

Hált og glerstoytt í støðum um alt landið

Nógv jarðrok er í ælunum kring landið og vánalig koyrilíkindi eru í hæddunum

Umstøðurnar at grava eru ikki góðar í kvøld (Mynd: Landsverk)

Umstøðurnar at grava eru ikki góðar í kvøld (Mynd: Landsverk)

2023-01-18 18:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er sera hált og glersroytt í støðum um alt landið, ljóðar ávaringin frá Landsverki í kvøld.

Jarðrok er í ælunum kring landið og vánalig koyrilíkindi eru á Oyndarfjarðarvegnum, á Gjáarvegnum og á Syrðadalsvegnum á Streymoynni.

Landsverk boðar frá, at givist verður at grava á Oyggjarvegnum, Gjáarvegnum og á Oyndarfjarðarvegnum klokkan 19.

Aðrastaðni verður givist at grava klokkan 21.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder