Innanlands

Halda fram við Víkar Camping eitt skeið afturat

Sáttmálin við Elias og Joan Hammer longdur - hinvegin var ongin áhugi fyri at reka kampingøkið við Gjógv

Jóannes Prestá, fíggjar- og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu, saman við hjúnum Elias og Joan Hammer (Mynd: sunda.fo)

Jóannes Prestá, fíggjar- og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu, saman við hjúnum Elias og Joan Hammer (Mynd: sunda.fo)

2022-09-05 19:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sunda kommuna hevur gjørt avtalu við Elias og Joan Hammer um at reka kampingøkið norðan fyri Haldórsvík fram til 2026.

Sáttmálin um kampingøkið norðan fyri Haldórsvík gekk út 1. september 2022, tískil bjóðaði Sunda kommuna, fyrr í summar, raksturin av økinum út av nýggjum. Samstundis varð raksturin av kampingøkinum við Gjógv eisini boðin út til privat at reka.

Tá freistin at bjóða var farin, tann 15. august, var eitt tilboð komið inn uppá kampingøkið í Haldórsvík, og onki uppá kampingøkið við Gjógv.

Á býráðsfundi 29. august var einmælt samtykt at taka av innkomna tilboðnum uppá rakstur av kampingøkinum í Haldórsvík. Eisini samtykti býráðið at bjóða kampingøkið við Gjógv út aftur komandi vár.

Tilboðið uppá raksturin av kampingøkinum norðan fyri Haldórsvík átti Elias og Joan Hammer, sum seinastu trý árini hava rikið Víkar Camping. Tey byrjaðu tá frá grundini, og hava bygt tað upp til at tað í dag er eitt sera gott og vælrikið kampingøkið. Tey eru sjónlig á økinum, og hava verið ófør at hugna um kundarnar. Tey skipa javnan fyri tiltøkum, og serliga hevur økið verið vælumtókt sum vetrarkamping hjá føroyingum.

Tey siga seg tó fara at leggja størri dent á at fáa fleiri útlendskar gestir at vitja um summarið framyvir. Eisini fara tey at arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá børnunum, eitt nú við at gera spæliplássið betri.

Sáttmálin um rakstur av kampingøkinum er galdandi í trý ár og seks mánaðir, við møguleika at leingja upp til tvey ár, um báðir partar eru samdir um hetta.

Kelda: Sunda kommuna

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder