Mentan

Hákun Poulsen fyrsta pisa á Glasi

Hann er fyrsta pisa, sum hevur gingið øll trý árini á Glasi

(Mynd: Glasir)

(Mynd: Glasir)

2021-06-09 17:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag fekk Hákun Poulsen húgvuna á høvdið sum ársins fyrsti studentur á gymnasialum míðnámi á Glasi.

Hákun, sum hevur gingið í 18x, var uppi í ítrótti, og fekk hann ein góðan og væl uppibornan enda á trimum árum á Glasi, skrivar skúlin á heimasíðuni.

Hann er fyrsta pisa, sum hevur gingið øll trý árini á Glasi.

Korona, sóttarhald, frástøða, fjarundirvísing og annað, sum hevur merkt skúlagongdina, tekur tó ikki nakað av gleðini á stóra degnum, tá húgvan kemur á høvdið.

placeholder
placeholder