Innanlands

Gult.fo má steðga við sínum virksemi

Orsakað av nýggjari avtalu millum altjóða felagið fyri IKEA og IKEA Danmark verður ikki longur møguligt hjá gult.fo at selja vørur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-12-15 23:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Gult.fo, sum seinastu fýra árini hevur tikið sær av at innflyta vørur fyri IKEA og taka sær av praktiskum viðurskiftum hesum viðvíkjandi, fer nú í søguna.

Hesum boða eigararnir av fyritøkuni frá á Facebook í dag.

Orsøkin er dagføring í avtaluni millum IKEA Danmark og Inter IKEA. Frá 1. januar verður tað ikki longur møguligt hjá IKEA Danmark at selja vøru til Gult.fo, tí frá nýggjárinum at roknað skal øll søla hjá IKEA Danmark einans vera til endabrúkaran.

- Hetta harmast bæði vit og IKEA Danmark almikið um, og roynt hevur verið í longri tíð at umganga hesa niðurstøðu, sigur gult.fo.

- Vit vilja samstundis takka fyri hesi 4 árini, sum byrjaði sum eitt ítriv, men sum skjótt útviklaði seg til arbeiði fulla tíð. Vit eru sera glaðir og takksamir fyri, hvussu væl tit tóku ímóti Gult.fo. Hetta hevur verið ein stuttlig og lærurík tíð, verður sagt.

Tað eru Bergur Enghamar og Ragnar Háskor sum hava rikið Gult.fo hesi árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder