Innanlands

Gula læknahúsið í Klaksvík verður umvælt

Sáttmáli var í dag undirskrivaður um at seta gomlu læknahúsini úti í Klaksvík í stand. 16 milliónir er settar av til arbeiðið

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2022-09-16 18:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrrapartin í dag varð sáttmáli undirskrivaður um at seta gomlu læknahúsini úti í Klaksvík í stand. Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kai Leo Holm Johannesen, og Alexandra á Dul, stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, fegnast bæði um, at hetta arbeiðið loksins kann fara í gongd.

Gomlu læknahúsini eru bygd í 1923 og hava verið nýtt til bústað og viðtaluhølir hjá læknum fram til 90’ini. 

Húsini verða nú umvæld, og skulu tey nýtast til fyrisitingarbygning hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Húsini verða umvæld, soleiðis at tey varveita verandi bygningssnið við sama tilfarsvali, tó við smávegis broytingum.

Karl Johansen, borgarstjóri, var við fyrrapartin, tá ið sáttmálin varð undirskrivaður. 

- Flestu okkara kenna søguna um Gula Húsið, har m.a. Halvorsen lækni búði. Hetta søguliga staðið er ein partur av klaksvíkssøguni, og tí haldi eg avgjørt, at vit kunnu fegnast um, at gomlu læknahúsini framvegis koma at standa í einum varðveitingarverdum garði við gomlum trøum og gøtum, sigur Karl Johansen. 

16 milliónir eru settar av til arbeiðið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder