Mentan

Gudstænsta í Sands kirkju við Bláum grasi

29. september kl. 18 verður gudstænasta í Sands kirkju. Væl umtókti country- og blue gras-bólkurin Blátt gras verður at hoyra

2018-09-27 07:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eplafestivalur er! Leygarkvøldið 29. september klokkan 18:00 verður gudstænasta í Sands kirkju. Væl umtókti country- og blue gras-bólkurin Blátt gras verður at hoyra.

Heystið er komið og vit fara í gudstænastuni at takka Guði fyri grøðina. Børn koma at bera fram grøði. Offurgongd verður. Tá fólk koma inn í kirkjuna, fáa tey ein brævbjálva, sum tey kunnu leggja heysttakkargávuna í. Peningurin fer til Evangelisku luthersku kirkjuna í Tansania at útbúgva prestar og deknar. Havstein prestur prædikar.

Eplafestivalurin verður hildin í Trøðum á Sandi. Har eru tiltøk av ymsum slagi. Matur verður gjørdur og høvi verður at njóta grøðina, sum er fingin til vega.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder