Innanlands

Ferðsluóhapp oman fyri Syðrugøtu – ferðslan tarnað

Tveir bilar rendu saman nakað eftir klokkan 13.

Nógvir bilar bíða eftir at sleppa um Gøtueiði

Nógvir bilar bíða eftir at sleppa um Gøtueiði

2026-08-21 13:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt ferðsluóhapp hendi fyri løtu síðan á høvuðsvegnum oman fyri Syðrugøtu. Sum skilst eru tveir bilar rendir saman – ein persónur var í hvørjum bili.

Sjúkrabilur er sendir á staðið at taka sær av bilførarunum, men enn veit løgreglan ikki at siga, hvussu álvarsligir løstirnir eru. Tó er ikki illgruni um, at tað stendur um lív, sigur vaktleiðarin.

Langar bilrøðir standa báðu megin Gøtueiði, og løgreglan roynir at leiða ferðsluna ígjøgnum, eitt nú við at leiða bilar eftir gamla vegnum oman til Syðrugøtu.

Enn veit vaktleiðarin á løgreglustøðini ikki at siga hvussu long tíð gongur fyrr enn ferðslan kann koyra ótarnað aftur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder