Innanlands

500 fleiri arbeiðspláss upp á eitt ár

Fyri fyrstu ferð eru skrásett fleiri enn 31.000 starvspláss í Føroyum. Útlendingar, ella fólk uttan bústaðartilknýti, sum Hagstovan kallar tað, eiga størsta partin av vøkstrinum.

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2026-08-21 14:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í juli vóru góð 500 fleiri í føroyska starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað í fjør. Talan er um ein vøkstur á 1,7 prosent. Starvsfólk uttan bústaðartilknýti, t.e. útlendingar, eiga størra partin av vøkstrinum, og í juli vóru tey knapt átta prosent av samlaða starvsfólkatalinum. Av hesum kemur størsti partur av bæði monnum og kvinnum úr Asia. Triðja hvørt útlendska starvsfólk starvast í framleiðsluvinnuni.

Tað vísir nýggjasta dagføringin av starvsfólkaskaranum hjá Hagstovuni.

Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.

Í juli vóru fyri fyrstu ferð fleiri enn 31.000 starvsfólk í Føroyum. Neyva talið var 31.102, sum er 505 starvsfólk, ella 1,7 prosent, fleiri enn sama mánað í fjør.

Tey vóru gott og væl 16.000 menn og 15.000 kvinnur í starvsfólkaskaranum í juli. Samanborið við sama mánað í fjør er vøksturin størri hjá monnum, sum vóru knapt 400 fleiri. Kvinnurnar vóru góðar 100 fleiri.

8 prosent hava ikki bústaðartilknýti

Fyri at hava bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella tilsamans 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum.

Í juli vóru 2.343 starvsfólk, sum ikki høvdu bústaðartilknýti. Hetta eru knapt átta prosent av samlaða starvsfólkatalinum. Samanborið við sama mánað í fjør vóru tey 268 fólk ella 13 prosent fleiri í ár.

Størri parturin av starvsfólkavøkstrinum stavar tískil frá frá fólki uttan bústaðartilknýti. 

Størsti bólkur av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti hava asiatiskan ríkisborgaraskap.

Serliga eru hesir ríkisborgaraskapir úr Landsynningsasia. Hesin bólkur hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini, og seinastu fimm árini er teirra partur fyri starvsfólk uttan bústaðartilknýti vaksin úr 20 til yvir 40 prosent. 

Bæði mannlig og kvinnulig starvsfólk uttan bústaðartilknýti koma flest úr Asia, og tilsamans vóru tey 980 í juli. Av hesum er býtið 61 prosent menn og 39 prosent kvinnur.

Størsti kynsmunur í starvfólki uttan bústaðartilknýti er hjá teimum úr Eysturevropa, har menn eru næstan tríggjar ferðir fleiri enn kvinnur.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder