Innanlands

Sluppu væl frá óhappinum omanfyri Syðrugøtu

Eitt ferðsluóhapp tarnaði ferðsluna omanfyri Syðrugøtu eina løtu seinnapartin í gjár – Tvey fólk vórðu koyrd á sjúkrahúsið, men tey fingu ikki álvarsligan skaða, sigur løgreglan.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-22 09:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eingin álvarsligur fólkaskaði var, tá tveir bilar rendu saman omanfyri Syðrugøtu tíðliga seinnapartin í gjár.

Tað var nakað eftir klokkan 13, at boðað varð frá óhappinum.

Onkursvegna endaði annar bilurin yviri í skeivari koyribreyt har hann rendi á ein mótkoyrandi bil.

Eitt fólk var í hvørjum bili, og tey vórðu koyrd á sjúkrahúsið til kanningar, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at burtsæð frá pínu í nakkanum sluppu tey væl frá hendingini.

Bilarnir vórðu tó vrak og máttu flytast av staðnum.

Óhappið tarnaði ferðsluna eina løtu, og vóru langar bilrøðir á staðnum. Løgreglan royndi at leiða ferðsluna eftir gamla vegnum oman til Syðrugøtu. Klokkan 14.30 boðaði løgreglan frá, at koyrandi var aftur sum vanligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder