Uttanlands

Grønlendski landsstýrisformaðurin fingið koronu

Múte B. Egede er í Danmark í løtuni, har hann eftir ætlan skuldi hitta Mette Frederiksen, forsætisráðharra – Hann hevur tað eftir umstøðunum gott, sigur hann

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2022-01-13 19:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede hevur fingið staðfest koronu.

Tað váttar hann sjálvur í Facebook-støðudagføring seinnapartin.

Hann skrivar, at hann er ússaligur, men at hann hevur tað gott eftir umstøðunum.

– Eg havi frá í dag útsett allar mínar fundir undir mínari ferð, eftir at ein pcr-test hevur víst, at eg eri smittaður við koronu. Beint nú eri eg ússaligur, men tíbetur havi eg tað gott eftir umstøðunum.

Múte B. Egede er í løtuni í Danmark, og skuldi hann eftir ætlan hitta danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen og luttaka í 50 ára hátíðarhaldinum hjá Margrethu drotning í morgin, 14. januar, skrivar grønlendska kringvarpið KNR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder