Innanlands

Grindamannafelagið vil hava løgregluna at leggja hald á bil hjá Sea Shepherd

Felagið hevur meldað norðmannin Samuel Rostøl, sum hevur brúkt ein bil hjá Sea Shepherd sum flutningsfar til og frá grind í Skálafirði í august. Hetta er ólógligt, vil Grindamannafelagið vera við

Mynd tikin 10. august tá grind varð dripin í Skálafirði (Mynd: Grindamannafelagið)

Mynd tikin 10. august tá grind varð dripin í Skálafirði (Mynd: Grindamannafelagið)

2021-09-09 16:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tú hevur kanska hoyrt navnið Samuel Rostøl í summar. Tað er norðmaðurin, sum er eitt av fólkunum frá Sea Shepherd, sum seinastu mánaðirnar hava eygleitt og dokumenterað grindadráp í Føroyum.

Í onkrum føri hevur hetta ført til mál um ólógliga dronuflúgving.

Nú hevur Grindamannafelagið meldað norðmannin fyri brot á grindalógina, fyri at hava brúkt flutningsakfar hjá Sea Shepherd Scandinavia til og frá grindini, sum varð hildin til í Skálafirði 10. august.

Sami maður var eisini meldaður fyri ólógliga dronuflúgving í sama grindadrápi, og tað hevði við sær, at løgreglan fór niðan í hagan eftir honum.

Grindamannafelagið vísir til grindalógina sum millum annað ásetur at amboð, hjálpitól ella flutningsfør, sum verða brúkt at órógva, darva ella forða einm grindadrápi skulu inndragast, uttan mun til hvør hevur ognarrættin.

Í skrivi, sum er latið fútanum í dag, har Samuel Rostøl, verður meldaður, er dokumentatión fyri, at tað er Sea Shepherd Scandinavia, sum eigur bilin, tí bæði skrásetingin hjá svenska Transport Styrelsen og mynd av bilinum við dronu á, er viðheft.

Sambært Grindamannafelagnum hevur tað skund at fáa hetta málið avgreitt beinanvegin, tí norðmaðurin við bilinum hjá Sea Shepherd Scandinavia, fer av landinum við Norrønu í kvøld.

Alt skrivið til fútan sæst her (Pdf)

[object Object]Hetta skal sambært Grindamannafelagnum prógva, at tað er umhvørvisfelagsskapurin Sea Shepherd, sum eigur bilin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder