Innanlands

Grindaboð í Hestfirði

Ætla at reka grindina á Havnina

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-12 09:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teistin fann í morgun grind í Hestfirði. Kristjan Martin Joensen, sýslumaður, sigur við jn.fo, at mett verður, at talan er um eina grind omanfyri 100 hval. 

Tað rekur suður, og ætlanin er tískil at halda grindini til í Havn.

Ein bátur er hjá grindini, sum er millum Gomlurætt og Kirkjubø.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder