Innanlands

Granskarar siga frá í Sørvági

Um heingibrúgvar, covid-19 og fruktbæri hjá føroyskum seyði

2022-09-14 10:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld kl. 19 verður Vísindavøka á ferð í Gamla Skúla í Sørvági. Her vera tríggjar framløgur, hvør umleið 20 minuttir:

Gethin Roberts, Umhvørvisstovan: Hvussu stutt- og langtíðar 4D GNSS tíðarrøðir kunnu avdúka deformatiónir av heingibrúgvum

Leivur Nattestad Lydersen, Ílegusavnið: Ílegur hava týdning! Ávirkan hjá ílegum á sjúkugongdina fyri covid-19

Eva Kjæld Hansen, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið: Fruktbæri á føroyskum seyði – ein rannsókn eftir arvaligum fruktbæris-frávikum/villum

Vísindavøka á ferð kring landið

Í ár er Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 12. til 19. september. Talan er um fimm tiltøk, í Havn, í Klaksvík, í Sørvági, á Sandi, og í Hovi. Hesi verða øll skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum. Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder