Innanlands

Gongd setast á ytra ringvegin

Tórshavnar býráð innkallað til eykafund at veita eykajáttan til arbeiðið

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2022-05-12 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú verður gongd sett aftur á arbeiði at gera ytra ringveg um Havnina. Talan er um strekkið frá Hjalla til Villingardalsvegin, norðan fyri bústaðarøkini í Hoyvík.

Tórshavnar býráð skal á eykabýráðsfundi taka støðu til at játta 25,4 milliónir krónur til fyrsta part av arbeiðinum, sum er ein arbeiðsvegur.

Arbeiðið hevur verið boðið út, og byggifelagið Articon hevði lægsta boð. Articon kann gera arbeiðið fyri 17,3 milliónir krónur – harafturat er mvg, eftirlit og byggileiðsla og avleiddar verkætlanir, so samlaða útreiðslan verður oman fyri 25 milliónir..

4,6 milliónir eru settar av á fíggjarætlanini, og tí krevst eykajáttan á 20,8 milliónir krónur fyri at kunna seta arbeiðið í gongd. Fyri at geva eykajáttan, krevjast tvær viðgerðir í býráðnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder