Innanlands

Vøkstur í lønargjaldingum sum áðrenn korona

Vøksturin í august var 8 prosent í mun til august í fjør

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-15 08:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Knappar 900 milliónir krónur vóru útgoldnar í lønum í august mánaði. Tað eru slakar 70 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Vøksturin er 8 prosent. Tað vísa nýggjastu tølini fyri lønarútgjaldingar hjá Hagstovuni.

Lønargjaldingarnar fóru spakuliga at vaksa aftur á heysti í 2020, men hava ikki havt somu ferð sum undan koronu.

Nú eru ábendingar um, at vøksturin er tiltakandi og hevur somu ferð, sum áðrenn koronufarsóttin rakti. Tað vísir trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum mánað fyri mánað.

Tá koronufarsóttin rakti í 2020, kom stígur í vøksturin í lønargjaldingunum hjá monnunum. Hjá kvinnunum varð vøksturin avtakandi, men vøksturin steðgaði ikki upp, sum hjá monnunum. Nú er ferð komin á vøksturin bæði hjá monnum og kvinnum.

Í august áttu menninir 542 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 60 prosent av útgoldnu lønunum. Tað eru 50 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 354 milliónir, sum eru 15 milliónir meira enn sama mánað í fjør.

(Upprunaliga yvirskriftin broytt kl. 10.58)



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder