Innanlands

Góðir og vælvaksnir toskar av bankanum

Eru teir ikki nógvir í tali, so eru teir stórir, toskarnir, sum Jákup Sverri fekk í yvirlitstrolið á Føroyabanka

Ólavur Sjúrðarberg er farin at flakaskera bankatoskarnar til matstovurnar heima í Havn

Ólavur Sjúrðarberg er farin at flakaskera bankatoskarnar til matstovurnar heima í Havn

2022-09-14 11:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fiskirannsóknarskipið Jákup Sverri kom í gjárkvøldið á Havnina av heysttúrinum á Føroyabanka, har regluligar yvirlitstrolingar hava verið gjørdar í mong ár fyri at kanna, hvussu tað stendur til við serliga toskastovninum á bankanum.

Enn er túrfrágreiðingin ikki skrivað, men greitt er, at tey fingu rættiliga fitt av hýsu og eisini nakað av bankatoski.

Og enn sum áður, er talan um vælvaksnan tosk av hesum serliga ljósa slagnum av toski, sum einans er at finna á Føroyabanka.

Um undanfarin ár hevur fiskamatstovan Barbara keypt ein part av veiðuni, og fer at borðreiða við bankatoski á serligum tilboði á matstovuni um vikuskiftið. 

[object Object]Johan Mortensen við einum av stóru bankatoskunum - hesin vigar um 20 kilo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder