Innanlands

Givin at leita fyri í kvøld

Leitingin á sjónum verður tikin upp aftur í morgin árini, verður upplýst av løgreglustøðini

2022-10-07 21:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leitingin eftir kvinnuni í 30unum, sum fyrrapartin hvarv í økinum við Trælanípuna í Vágum er steðgað fyri í kvøld.

Tað er blivið myrkt, og bæði á landi og sjógvi er leitingin steðgað. Á sjónum verður leitingin tikin upp aftur í morgin árini, men enn er støða ikki tikin til leitingina á landi.

- Størsti parturin av økinum er gjøgnumgingin væl og virðiliga bæði við hundum og við bjargingarfólkum, og einki er funnið, sum hevur nakran týdning fyri málið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Á sjónum hava bjargingarbáturin Sverri og síðani Brimil leitað, men hava heldur ikki funnið nakað.

Tað var í morgun, at eitt útlendskt par, ein kvinna í 30unum úr KIna og ein maður úr Hollandi, men búsitandi í Týsklandi, gingu út á Trælanípuna. Um tíggju tíðuna kom maðurin aftur til gjaldstøðina við Leitsvatn og boðaði frá, at kona hansara var horvin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder