Innanlands

Gistingar hjá føroyingum vaksnar við útvið einum fjórðingi

Samanlagda talið av gistingum var sjálvandi lægri í 2020 enn í 2019, men íbúgvar í Føroyum gistu meira á egnum gistingarhúsum. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni

Hotel Brandan lat upp í summar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hotel Brandan lat upp í summar (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-13 13:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Koronufarsóttin ávirkar framvegis føroysku gistingarhúsini. Nýggjastu tølini hjá Hagstovuni vísa, at tað vóru 3.323 færri gistinætur á gistingarhúsunum í november í 2020 samanborið við sama mánað árið fyri - 6.614 gistingar er 30 prosent færri enn tað var í november 2019.

Hagstovan vísir í innskrivingartølunum frá november 2019 til november 2020 á, at hóast ferðafólktalið er minkað sera nógv - donsk ferðafólk við 40 prosentum og ferðafólki úr øðrum londum enn Danmark og Føroyum við 89 prosentum - so gista ferðafólk longri. Tann seinni bólkurin tvífalt so leingi í miðal sum í 2019. Tilsamans minkaðu innskrivingarnar við 30 prosentum  - 3.241 í mun til 4.631.

Eitt áhugavert sum tølini vístu, var at tað vóru 454 fleiri skrásetingar fyri íbúgvar í Føroyum - 23 prosent fleiri - í 2020 í mun til 2019. Tá hugt verður eftir persónsgistingum var talan um 3.640 í mun til 2.931. Hetta er ein øking á 24 prosent. Hetta hongu allarhelst saman við, at føroyingar á ein hátt ferðast meira í egnum landi og eisini at tvey nýggj gistingarhús lótu upp í høvuðsstaðnum.

Sí øll tølini fyri gistingar á heimasíðuni hjá Hagstovuni

 

placeholder
placeholder