Uttanlands

Gevast við Nøtte

Serstaka páleggið úr Noreg hevur sín seinasta framleiðsludag í dag. Lág sølutøl og gamlar framleiðslumaskinur, sum eru dýrar at halda koyrandi, eru orsøkirnar, skrivar VG

(Mynd: Wikipedia)

(Mynd: Wikipedia)

2025-09-10 15:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er at gera skjótt av, um ein vil royna at fáa sær Nøtte uppá breyð ella uppá ein bolla.

Seinasti framleiðsludagur er í dag. Hetta váttar Kristoffer Barbøl Vikebak, samskiftisleiðari í Orkla Foods Norge fyri VG.

Orkla hevur síðani 1991 staðið fyri framleiðsluni av Nøtte, sum annars er frá 1964.

Sølutølini hava verið nóg støðug fyri at halda serstaka og søta pálegginum á hillunum, men tað eru tey ikki longur verður staðfest.

Orkla boðar eisini frá, at ein onnur høvuðsorsøk til avgerðina er, at Nøtte hevur verið gjørt við gomlum framleiðslumaskinum, sum eru dýrar at halda koyrandi.

Harvið verður hetta "við sorgblídni av" - eins og Sunda-maskinurnar vórðu sløktar í síðstu viku, staðfestir VG. Hetta "systurpáleggið" hjá Nøtte hevur annars verið á hillunum í Noreg í 95 ár.

Nøtte hevur leingi verið á hillum í Føroyum og eisini verið at sæð á mongum borðum kring landið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder