Á býráðsfundi 5. mai samtykti Tórshavnar býráð at broyta byggisamtykt nummar 7 fyri Eysturbýin í Havn í sambandi við ætlaða íbúðarverkætlan. Í hesum sambandi bjóðar kommunan øllum áhugaðum til almenna framløgu um verktætlanina seinnapartin.
Uppskotið snýr seg um at skipa matrikkul 1314 í Havn - sum liggur á markinum millum vinnuøkið á Óðinshædd, rað-/íbúðarbyggingina á Óðinshædd og
sethúsaøkið í Stoffalág - til íbúðarbygging við tilhoyrandi hentleikum og fríøki.
Íbúðarbyggingin fevnir um eini 130 bústaðir. Bygningarnir verða millum tvær og seks hæddir, og parkering í økinum verður skipað í parkeringskjallara.
Framløgan um verkætlanina verður í Posthúskjallaranum klokkan 17.
Til ber at senda Tórshavnar kommunu møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skrivliga á [email protected] . Hetta skal gerast í seinasta lagi 1. juli, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald