2026-06-21 11:30
Fríggjadagin varð boðað frá einum arbeiðsóhappi niðri á Sandi í Søldarfirði, har ein persónur, sum arbeiddi við krana, varð raktur av einum luti, sum hekk úr krananum.
Persónurin varð sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men sum skilst var ikki talan um álvarsligar skaðar.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið varð kunnað og fór á staðið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum ikki veit at siga, hvørja fyritøku persónurin arbeiddi fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald