Fríggjadagin var hátíðarhald á Rakstrarstøðini við Oyggjarvegin í sambandi við, at Pól Jakobsen og Bogi Hentze hava starvast hjá Tórshavnar kommunu í ávikavist 30 og 20 ár.
Elsa Berg, borgarstjóri, handaði teimum báðum gávur og segði millum annað:
– Hvønn dag hava vit, sum búgva í kommununi, brúk fyri tænastum, sum binda okkara samfelag saman og gera tað trygt og gott at liva í. Ofta taka vit tað fyri givið, men aftanfyri alla kavaruddingina, allar strikurnar á vegnum og alla røkt av okkara samferðslukervi liggur eitt stórt arbeiði, sum vit ikki altíð geva gætur. Har eru tað ikki minst góð og roynd fólk, sum ganga undan og syrgja fyri at gera lívið lættari og tryggari hjá okkum øllum, sum búgva her.
Fyri at hava verið 30 ár í starvi hjá kommununi fekk Pól Jakobsen eisini silvurmedalju frá Tórshavnar kommunu.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald