Innanlands

Geva seg út fyri at vera Bilasølan

Falskur brúkari skrivar til fólk um, at tey hava vunnið kapping á Facebook hjá Bilasøluni í Havn

(Skíggjamynd / Facebook)

(Skíggjamynd / Facebook)

2021-04-05 17:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað kann vera torført at vita hvat er veruligt og hvat er falskt á netinum. Tað má Bilasølan ásanna.

Bilasølan hevur eina kapping koyrandi á Facebook, og hóast freistin ikki er farin og vinnarin ikki enn ikki er funnin, er ein falskur brúkari farin at gera um seg. Hann skrivar - á donskum - til fólk og sigur, at tey hava vunnið kappingina.

Hesin brúkarin heitir eisini fólk um at trýsta á eina leinkju, og skráseta seg.

Hetta er ikki rætt, og Bilasølan heitir á fólk um at strika hesi boðini beinanvegin og um at melda brúkaran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder