Innanlands

Gera veg og fara at stykkja út 200 búeindir á Argjahamri

Málið um útstykking av 200 búeindum á Argjahamri er nú komið so langt, at Tórshavnar býráð í gjárkvøldið endaliga hevur samtykt at játta fígging at fremja fyrireikingararbeiðið og at seta útstykkingararbeiðið í gongd

2022-04-29 14:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá tað í heyst varð farið undir at skipa útstykkingina oman fyri Argjahamar, tá var hægsta raðfestingin at fáa lagt vegin so skynsamt sum gjørligt í lendið, fyri síðani at planleggja ítøkiligu byggingina á staðnum. Yvirskipaða skipanin av økinum er nú liðug.

Tað hevur alla tíðina verið týdningarmikið at fáa lagt vegin rætt, og er fyrsta strekkið av vegnum nú liðugt projekterað og klárt at bjóða út. Talan er um vegastrekkið frá rundkoyringini á Argjahamri og út til vegin hjá festaranum út í grótbrotið á Glyvursnesi.

Strekkið, sum verður boðið út, er umleið 600 m. Hetta verður ein sambindingarvegur í útstykkingini, sum hinir vegirnir knýta seg í, og útfrá teimum verða so áleið 200 bústaðir og barnagarðurin knýttir í.

Ætlanin er at fara undir framhaldandi projekteringina av útstykkingini beinanvegin, soleiðis at tá sambindingarvegurin, sum nú fer í útboð, er liðugt bygdur, so er klárt at fara undir írestandi vegir og fyri síðani at bjóða øki til bústaðarbygging út.

Til hesir arbeiði verður mettur ein fíggjarligur tørvur á 6 milliónir, har umleið 4 miljónir fara til bygging av sambindingarvegnum og 2 milliónir fara til framhaldandi planlegging og projektering av útstykkingini.

Tilmæli frá tekniska stjóra, býarverkfrøðinginum og býararkitektinum var at heimila umsitingini at bjóða sambindingarvegin út og at gera sáttmála við vinnandi arbeiðstakaran.

Harumframt at heimila umsitingini at halda fram við projekteringini av útstykkingini, og at játta neyðugu upphæddirnar.

Hetta varð samtykt í byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini. Málið varð eisini einmælt samykt í býráðnum í mars og varð endaliga samtykt við aðru viðgerð í gjárkvøldið.

Tórshavnar kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder