Innanlands

Gera einki við grind í Hvalba

Tað er bara ein góð vika síðani seinastu grindina í Hvalba, tí verður einki gjørt við lítlan bólk av hvalum sum liggur út fyri sandin í nesi

(Mynd: Rúni Thomsen)

(Mynd: Rúni Thomsen)

2021-07-16 19:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein grind liggur út fyri sandin í Nesi, men einki verður gjørt við hana.

Grindaformenninir eru samdir um at lata grindina fáa við. Grindin er ikki stór, og so er tað eisini bara ein góð vika síðani at stór grind var í Hvalba seinast, tá 136 hvalir løgdu beinini í Nesi.

Tískil er nokk av grind í økinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder