Innanlands

Genta datt á súkklu

Flutt á landssjúkrahúsið til kanningar fyri skaða í høvdinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-08 09:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um 20 tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um eitt óhapp, ið var hent í eini av bygdunum í Vágum.

Talan var um eina 14 ára gamla gentu á súkklu. Í eini brekku misti gentan tamarhaldið á súkkluni, og rendi í ein bil og small í vegin.

Hon fekk løst í høvdið, og tí varð boð sent eftir sjúkrabili at koyra hana til Landssjúkrahúsið til nærri kanningar, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder