Tað er komið so langt við arbeiðinum at stykkja út fyri nýggjum grundstykkjum í Leirvík, at nú verður asfalt lagt á vegirnar.
Annað arbeiði er tað mesta gjørt, eitt nú avgrevstur, planering, kloakk- og vatnleiðingar, innføringar, kantsteinar og montering av ljóssteyrum.
Eysturkommuna skrivar, at samstarvið við Articon, Teknistovan Gøta, El-Teknik, EM Asfalt, SEV og NET hevur verið sera gott. Útstykkingararbeiðið skuldi vera liðugt í september í ár, men hevur gingið so væl, at tað verður liðugt longu í summar.
Talan er um 16 nýggj grundstykki verða gjørd og eru úr 525 til 580 fermetrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald