
Á Vestmannadøgunum fer Vestmanna bygdarráð aftur at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur skarað framúr til gagns fyri onnur og fyri bygdina.
Tí sóknast kommunan nú eftir uppskotum til, hvør skal hava ársins herðaklapp í ár.
Ársins herðaklapp verður handað leygarmorgunin 6. september í sambandi við Vestmannadagar, tá ið kommunan bjóðar til morgunmat í ítróttarhøllini.
Í fjør var tað bátastevnunevndin, sum fekk ársins herðaklapp, og øll eru vælkomin at senda kommununi uppskot um, hvør hevur uppiborið at fáa ársins herðaklapp í ár.
Í uppskotinum, sum kann sendast uttan navn, skal grundgevast fyri, hví viðkomandi persónur ella felagsskapur eigur at fáa Ársins herðaklapp 2025. Uppskotini kunnu latast í postkassan á Bakkavegi 8 ella sendast til [email protected] í seinasta lagi mánadagin 25. august 2025 klokkan 12, skrivar Vestmanna kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald