2025-07-14 16:31

Norð festivalurin kunnger í dag eitt av stóru føroysku nøvnunum seinastu árini. Nevniliga RSP.
Teir tríggir rappararnir eru kendir fyri at festa lív í fjøldina, og tað fara teir at gera á Norð festivalinum leygardagin 30. august.
Fyriskipararnir boða frá í sama skrivi, at arbeitt verður í løtuni við møguleikanum at skaffa fleiri kampingpláss, sum annars øll hava verið útseld í rúma tíð.
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald