G! festivalurin hevur í dag fyrst av øllum snúð seg um at njóða tað fagra veðrið, sum allar Føroyar eru vælsignaðar við í dag.
Sandurin hevur í dag verið sum eitt flugupappír, sum tey plaga at siga, so nógv fólk njóta høvið til at fáa nakrar sólstrálur á kroppin.
Fyrr í dag var joga á skránni á sandinum.
Í allan dag hava pottarnir verið heitir, og eftir myndunum at døma tyrpast fólk í pottunum, hóast hitin í bæði luft og sjónum er væl yvir miðal fyri ein G! festival.
Annars er meksikanskt tema á festivalinum í dag, bæði í skeinkistøðum og matstovum - hetta í sambandi við, at festivalurin hevur vitjan av meksikanskum orkestri. Orkesta Mendoza fer á pallin á sandinum klokkan 17.30.
Annars er skráin á stóra pallinum henda:
Kl. 19.50: Fantastic Negrito
Kl. 22.20: Frændur
Kl. 00.40: Marius DC
Á spæliplássinum:
Kl. 16.30: Teitur & Girls in Airports
Kl. 18.55: Jerub
Kl. 21.15: Silvurdrongur
Kl. 23.50: Konfortrauschen
Kl. 01.45: Tunghoyrt
-
(Mynd: G! festival / Tomas Galik)
-
(Mynd: G! festival / Tomas Galik)
-
(Mynd: G! festival / Tomas Galik)
-
(Mynd: G! festival / Lasse Lagoni)
-
(Mynd: G! festival / Tomas Galik)
-
(Mynd: G! festival / Tomas Galik)
-
(Mynd: G! festival / Tomas Galik)
-
(Mynd: G! festival / Lasse Lagoni)
-
(Mynd: G! festvial / Laura Marchini)
-
(Mynd: G! festvial / Laura Marchini)
-
(Mynd: G! festival / Tomas Galik)
-
(Mynd: G! festvial / Laura Marchini)
-
(Mynd: G! festival / Tomas Galik)
-
(Mynd: G! festival / Lasse Lagoni)
-
(Mynd: G! festival / Lasse Lagoni)
-
(Mynd: G! festival / Lasse Lagoni)
-
(Mynd: G! festival / Lasse Lagoni)
-
(Mynd: G! festival / Lasse Lagoni)
-
(Mynd: G! festival / Lasse Lagoni)
-
(Mynd: G! festival / Lasse Lagoni)
-
(Mynd: G! festival / Lasse Lagoni)
-
(Mynd: G! festival / Lasse Lagoni)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald