Uttanlands

– Eg eri til reiðar

Andy Burnham er nú formaður í Labour, og mánadagin yvirtekur hann væntandi bretska forsætisráðharraembætið

(Mynd: Henry Nicholls/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Henry Nicholls/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-17 14:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag gjørdist Andy Burnham formliga nýggjur formaður í bretska Labour-flokkinum á eyka floksfundi hjá flokkinum í dag, skrivar m.a BBC.

Mánadagin tryggjaði Burnham sær neyðuga undirtøkuna frá floksfeløgum sínum til at gerast nýggjur floksformaður. 

– Eg eri til reiðar, segði Burnham í fyrstu røðu síni sum formaður, har hann m.a. rósti fyrrverandi formanninum, Keir Starmer.

Burnham sigur, at hann vil gera upp við innanhýsis stríð í flokkinum og undirstrikar, at Labour vil samstarva við aðrar flokkar, men at Labour tó framyvir vil vera, sum hann er, heldur enn at taka politikkin hjá øðrum flokkum til sín.

Keir Starmer er framvegis virkandi forsætisráðharri fram til mánadagin. Tá fer hann væntandi til Charles kong at leggja frá sær. Síðan fer Burnham at hitta kong, sum fer at heita á hann um at skipa stjórn, skrivar Ritzau.

Burnham hevur tvær ferðir áður bjóðað seg fram sum formann. Tað var í ávikavist 2010 og 2015. Tá hann tekur við forsætisráðharraembætinum mánadagin, verður hann sjeyndi forsætisráðharrin, sum bretar hava havt í tíggju ár.

Les eisini: Nýggja bretska stjórnin týdning fyri oljuvirksemi við Føroyar



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder