Í Gøtu byrjar G! festivalurin í dag. Um tað var upphiting til festivalin, sum var í gongd í nátt, tá løgreglan fekk fráboðan um ov nógvan harðan tónleik úr einum húsum í Norðragøtu, vita vit ikki fyri vissu.
Tað var klokkan trý korter til eitt, at fráboðanin um harðan tónleik kom til løgregluna. Tá ein patrúlja kom fram á staðið beint eftir klokkan eitt, var ongin larmur at hoyra. Og alt var friðarligt í bygdini.
Fyrrpartin í gjár støðgaði løgreglan einum prutli í Kvívíkar kommunu fyri at koyra við alt ov høgari ferð. Ferðin varð máld til 62 kilometrar um tíman. Nummarpláturnar vórðu tiknar av prutlinum, og førarin fær eina skuldseting fyri at hava broytt prutlið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald