21. juli klokkan 17 fer Tórshavnar kommuna at hava kunnandi fund í Posthúskjallaranum í sambandi við, at Tórshavnar býráð hevur samtykt uppskot um at gera nýggja serstaka byggisamtykt millum J. Paturssonargøtu og Landavegin.
Uppskotið varð einmælt samtyk á býráðsfundi 18. juni.
Uppskotið til serstaka byggisamtykt snýr seg um at skipa økið við sethúsabygging, raðhúsabygging, tvíhúsabygging og íbúðarbygging, umframt at loyva ítøkiligar íbúðarbygging á matriklunum 858ab, 859b, 859e og 860a – á ognini, har Restorff’s bryggjarí var.
Ætlanin er at byggja tvær lonir við umleið 24 íbúðum. Íbúðirnar hava ymiskar støddir frá 28 til 125 fermetrar.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til [email protected] í seinasta lagi 4. august 2026, skrivar Tórshavnar kommuna. Uppskotið sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald