Uttanlands

Spenningur á søguligum toppfundi í Washington

Ukrainski forsetin og evropeiskir leiðarar fundast við Donald Trump í Hvítu Húsunum

Varastápsstjóri í Hvítu Húsunum hevur í kvøld deilt hesa myndina á sosiala miðlinum X. Myndin kann vera tekin um, at Ukraina má lata møgulig økir frá sær, men tað eru bara gitingar (Mynd: X)

Varastápsstjóri í Hvítu Húsunum hevur í kvøld deilt hesa myndina á sosiala miðlinum X. Myndin kann vera tekin um, at Ukraina má lata møgulig økir frá sær, men tað eru bara gitingar (Mynd: X)

2025-08-18 21:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein søguligur toppfundur er í løtuni í Hvítu Húsunum í Washington D.C.

Ukrainski forsetin Volodomy Zelenskyj og fleiri evropeiskir leiðarar luttaka á fundinum við Donald Trump, amerikanska forsetanum.

Á tíðindafundi fyrr í kvøld lat Donald Trump væl at.

Hann sigur, at tað higartil hevur gingið væl, og at tað á fundinum við evropeisku leiðararnir skulu práta um skiftir av øki.

Fyrst fundaðust ukrainski forsetin og amerikanski forsetin og nú seinni í kvøld eru evropeisku leiðararnir eisini komnir uppí.

Týska blaðið Bild.de skrivar, at fundurin fyri stuttum var brotin av, tí Donald Trump skuldi ringja til russiska forsetan, Vladimir Putin. Eftir hetta heldur fundurin við evropeisku leiðararnar fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder