Innanlands

Ringur luktur breiddi seg á Tvøroyri

Varðin Pelagic harmast um, at tað skuldi gerast so grelt fríggjadagin, tá rørini á virkinum vóru skolað ígjøgnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-18 18:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað luktaði óvanliga illa á Tvøroyri fríggjadagin. Orsøkin var, at okkurt var galið við rørskipanini hjá Varðanum Pelagic.

Fríggjadagin stutt eftir døgurða fóru starvsfólk á Varðanum Pelagic at gera klárt til framleiðslu, sum skuldi byrja leygarmorgunin klokkan 8.

- Vanlig mannagongd er altíð at skola øll rør ígjøgnum, eins og tað eisini altíð verður skolað ígjøgnum, tá framleiðsla endar. Hetta er fyri at tryggja at onki gamalt vatn stendur eftir í rørunum. Alt, sum verður skolað út, fer gjøgnum spillivatnsreinsiskipanina og síðani í spillivatnsrør út á sjógv. Hendan mannagongd bleiv eisini fylgd fríggjadagin, men tað gjørdist skjótt greitt, at okkurt óvanligt var áfatt, tí ein ringur luktur breiddi seg. At tað skuldi gerast so grelt, at tað breiddi seg langt niðan í býin, harmast vit almikið, skrivar Varðin Pelagic í fráboðan.

Starvsfólk hava í dag gjøgnumgingið rørskipanina fyri at finna fram til, hvørja ábøtur skulu gerast, fyri at hetta ikki skal endurtaka seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder