
Eldurin í húsunum í Hornabø, sum kyknaði beint eftir klokkan hálvgun níggju í kvøld, er nú sløktur.
Tað upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í kvøld.
Strekkið á J.C Svabosgøtu millum Hornagøtu og Háskúlavegnum verður stongt í nátt. Sløkkiliðið hevur fólk á staðnum fyri at tryggja, at eldur ikki kyknar aftur.
Av løgreglustøðini verður sagt, at trý ella fimm fólk vóru í húsinum, og at øll komu út. Ein teirra fór á Landssjúkrahúsið við roykskaða.
Húsini síggja út til at hava fingið stóran skaða. So skjótt sum til ber, skal eldurin kannast og tryggjast skal eisini, at eingin annar var í húsunum.
Sum skilst er okkurt leigumál í húsunum og tí er eitt sindur ógreitt hvat og hvussu.
Løgreglan heitir á fólk um at minst møguligt vera í økinum. Um ein býr har, ber sjálvandi til at sleppa inn um avsperringina.
Sí eisini: Myndir: Stóri eldurin í Hornabø
-
-
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
Soleiðis sá út fyrr í kvøld. Nú er eldurin sløktur (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
-
(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald