Sjálvstýri vil framtíðartryggja Føroyar

Undir yvirskriftini „Saman um einar sterkari Føroyar“ stillar Sjálvstýri upp við eini valskrá um at framtíðartryggja Føroyar. Eingin avtala skal gerast við Russland og etisk mál skulu til fólkaatkvøðu

2022-11-24 12:27 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Flestu flokkar hava nú almannakunngjørt valskráir og valevni til løgtingsvalið 8. desembur. Fyrrapartin hósdagin legði Sjálvstýri sína valskrá fram og kunngjørdi valevnalista í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum.

Gomul og ung
Í valskránni verður fyrst dentur lagdur á eldraøkið. Avbjóðingarnar eru, at fólkatalið er vaksandi, og samfelagið broytist soleiðis, at lutfalsliga eru 60 ár og eldri.

Pensjónistar eiga at sleppa at virka í samfelagnum á jøvnum føti við øll onnur, og tí skal mótrokningin í veitingum takast burtur. Samstarv skal gerast millum fakbólkar, og fleiri fólk skulu útbúgvast til økið, soleiðis at varandi broytingar verða gjørdar í eldraøkinum.

Viðvíkjandi undirvísing og ungdómspolitikki verður m.a. sagt, at lestrarstuðulin skal hækkast, so hann hann er kappingarførur við onnur lond, m.a. Danmark. Støðið skal hækkast og útboðið av útbúgvingum skal samsvara við tørvin í samfelagnum.

Ófaklærd hava ofta stóran kunnleika, men hava ikki prógv fyri sínum førleika. Tað almenna eigur at geva teimum atgongd til ástøðiligan lærdóm. Á líknandi hátt eiga tilflytarar at fáa betri atgongd til frálæru í føroyskum máli og geva prógv, ið eru førleikagevandi á støði við aðrar føroyskar útbúgvingar. Útlendingalóg og integrasjónslóg skulu gerast, áðrenn útlendingaøkið verður yvirtikið.

Fólkaatkvøða um etisk mál
Sjálvstýri heldur, at sonevnd etisk mál hava skapt politiskan ruðulleika, og víst varð til, at bæði flokkar og samgongur eru farin í upploysn orsakað av ósemjum um tey.

Loysnin, heldur Sjálvstýri, er, at sonevnd etisk mál verða send til fólkaatkvøðu, so tey fáa onkra loysn við fólksligum uppbakningi. Spurdur, um úrslitið av slíkum fólkaatkvøðum so skal vera bindandi fyri Sjálvstýri, svarar Sámal Petur í Grund játtandi.

Júst, hvørji mál ið eru at meta sum etisk mál, er ikki heilt greitt. Kynsskifti og aktiv deyðshjálp vórðu nevnd sum tvey dømi, ið kundu verið viðkomandi. Tað er so nakað, sum mann politiskt má vera samdur um at leggja til fólkaatkvøðu.

Ongan sáttmála við Russland
Sum støðan er nú, heldur Sjálvstýri tað vera forkastiligt at gera fiskivinnusáttmála við Russland. Sum tikið verður til í valskránni, „so leingi hernaðarátøkini í Ukraina fara fram, har børn og sakleys fólk verða dripin, kvinnur neyðtiknar, og sjúkrahús, barna- og vøggustovur, sethús og íbúðir, framleiðsla av mati og neyð útbúnaður verður skotin í sorl“, eigur landsstýrið ikki at gera nakran sáttmála við russisku tjóðina.

Í staðin eigur uppisjóvarfiskurin, sum Føroyar lata Russlandi, at verða latin í viðurlag fyri fiskin í Barentshavinum. Vinnan hevur langtsíðan fyrireikað seg til møguleikan, at eingin sáttmáli verður gjørdur.

Valevnini hjá Sjálvstýri eru hesi:
Brandur Øssursson Simonsen,
Claus Martin í Grund,
Dan Askham,
Geir Eyðunsson á Lofti,
Hans Cecil Poulsen,
Heri Danielsen,
Hervør Ólafsdóttir Lützen,
Hjalmar Zachariassen,
Jóhanna Syderbø Grúkarskarð,
Kristin Michelsen,
Maibritt Hansen,
Rógvi Fossadal,
Rúna Sivertsen,
Sámal Petur í Grund,
Sofus Hansen,
Súni á Dalbø,
Zacharias Wang

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder