
Tá søkt varð eftir nýggjum stjóra til Føroya Fólkaháskúla komu 15 umsóknir til starvið, og stjórnin hevur valt at seta Torkil Tórgarð at leiða háskúlan komandi fimm árini, boðar háskúlin frá í tíðindaskrivi.
Torkil Tórgarð avloysir Hedvig Westerlund-Kapnas, sum hevur verið stjóri síðani september 2019.
Torkil er føddur í 1990 og verður sostatt 35 ára gamal, tá hann tekur við sessinum 1. september.
Torkil hevur breiðar royndir á føroyska mentanarpallinum, serliga innan films- og leiklist og hevur eisini fingist við at skriva og menna films- og leikrit. Seinastu árini hevur hann nomið sær útbúgving í sálarfrøði og samskifti, og er um at vera liðugur við yvirbygning í sosialsálarfrøði og læring.
– Nýggi stjórin ætlar at leggja serligan dent á sambondini millum menniskja og samfelag, og hvussu mennandi og samansjóðandi tilgongdir verða skaptar í sosialum umhvørvum. Hann ynskir at halda fram við nógvum av tí dygdararbeiði, sum undanfarnir stjórar hava lagt eftir seg, og at menna skúlan víðari sum eitt kveikjandi tilboð í føroyska samfelagnum.
– Háskúlin hevur seinastu árini lagt dent á at bjóða nám innan listarligu greinarnar, og tað fer framhaldandi at síggjast aftur, men nýggi stjórin fer harumframt at stremba eftir at breiðka virksemið á stovninum og at skapa opin rúm, har alskyns virksemi verður hýst, og bæði vistarnæmingar og almenningur sleppa at royna seg í ymsum høpum, skrivar Føroya Fólkaháskúli.
– Á fólkafundinum úti á háskúlanum á ólavsøku verður høvi at heilsa upp á bæði farandi og komandi stjóran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald