Innanlands

Sleppa at súkkla í Húsareynstunlinum

Nýggi Húsareynstunnilin, sum letur upp sunnudagin, letur ikki bert upp fyri bilferðslu, men eisini fyri súkklum

2025-07-04 22:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggi Húsareynstunnilin, sum letur upp sunnudagin, letur ikki bert upp fyri bilferðslu, men eisini fyri súkklum.

Hetta er eisini í samsvari við verkætlanina “Tórshavn sum súkklubýur”, sum byrjaði av álvara í 2019.

Á seinasta býráðsfundi, sum var í juni, samtykti býráðið at játta tríggjar milliónir krónur til verkætlanina “Tórshavn sum súkklubýur”.

Tilmælið sigur, at játtanin verður býtt upp í 1,4 mió. krónur til átøk innan infrakervi til súkkling, 1,4 mió. krónur til hentleikar og aðrar umstøður til súkkling, og 200.000 krónur til samstørv og kampanjur um súkkling.

Høvuðsendamálið við “Tórshavn sum súkklubýur” er at bøta um umstøðurnar at súkkla í býnum, at lætta um ferðslutrýstið í býnum og sum heild at skapa ein grønari bý.

Hetta kann millum annað gerast við at gera súkklufarleiðir betri, sjónligari og tryggari, at gera parkeringspláss til súkklur bæði inni og úti, og við tiltøkum, sum varpa ljós á heilsugóðar ferðsluvanar, súkkluumstøður v.m.

Og nú verða Húsareynstunnilin og nýggi Havnarvegurin eisini ein partur av súkklufarleiðunum í Tórshavnar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder