
Í farnu viku hendi tað óvæntaða, at ungi meksikanski kokkurin, Sebastian Jiménez, á matstovuni Ræst í Havn, ikki bara varðveitti sínar tveir knívar hjá The Best Chef Awards, sum merkir kokkakynstur í “world class”, men eisini varð kosin heimsins besti í koming, við heiðurslønini kallað Best Chef NextGen Award.
Í hesum sambandi var ein lítil móttøka í matstovuni Ræst í Nýggjustovu í Gongini í Havn, har starvsfólk og vinir av matstovuni vóru savnað fyri at ynskja Sebastian til lukku við virðislønini.
(Mynd: Ingi Samuelsen)
Prógvið fyri Best Chef NextGen Award er ein tungur glassteinur við átekning á. Prógvið fyri at Sebastian framvegis verður mettur at liggja í næstovasta flokki millum heimsins bestu kokkar er ikki komið fram enn.
Tað er eitt lítið spjaldur at festa upp á húsaveggin. Men Sebastin hevur longu eitt slíkt frammanundan, sum hongur uttan fyri hurðina, beint undir Michelin-skeltinum fyri 2025. Tí Sebastian varð longu í fjør vigaður og mettur at hava tveir kokkaknívar uppibornar.
Á støði við Michelin
The Best Chef er kanska tann virðislønin, ið verður givin kokkum, sum hevur størstu tign, á sama støði sum Michelin og The 50 best Restaurants, ið verður givin til matstovur.
Tað er eitt lið av kokkum og matkønum serfrøðingum, sum senda inn síni ummæli av kokkum um allan heim, sum verða heiðraðir við The Best Chef Awards.
Og tað er ikki hissini av einum landi sum Føroyum at hava tveir kokkar, sum eru heiðraðir av hesum felagsskapi: Sebastian Jiménez á Ræst við tveimum knívum og Poul Andrias Ziska á PAZ við einum knívi.
Gunnar í Liða, nevndarformaður í Gist & Vist (Mynd: Ingi Samuelsen)
Tilgeingiligur ræstur matur
Gunnar í Liða, sum er formaður í nevndini fyri partafelagið handan Ræst, Gist & Vist, hevði orðið á móttøkuni í dag.
Og hann takkaði hjartaliga Sebastian Jiménez og unnustu hansara, kondittaranum Fernanda Hernandez, fyri at tey eru komin higar at ríka okkum um matupplivingarnar.
- Tá vit lógu matstovuna upp, var Ræst ein matstova, sum veruliga var røst. Tað var einki at siga til, at útlendingar himpraðust av deyminum. Men eftir at tú, Sebastian, ert komin higar hevur tú megnað at broyta Ræst til eina matstovu, sum ger ta siðbundnu matmentanina tilgeingiliga fyri útlendingar eisini, og tað haldi eg er væl klárað, segði Gunnar í Liða og takkaði starvsfólkunum og ynskti til lukku við heiðrinum.
Eisini Guðrið Højgaard hevði orðið vegna Visit Faroe Islands.
- Vit kunnu trygt senda gestir, journalistar og ferðavinnufólk í Ræst, tí við tær vita vit, at tey fáa eina matuppliving á høgum stigi, og tað fegnast vit um, segði Guðrið Højgaard.
Sennir seg vælkomnan í Føroyum
Sjálvur segði Sebastian, at hann enn ikki er komin yvir skelkin og heiðurin. Men hann nýtti høvið til at fegnast saman við starvsfólkunum, og takkaði eisini fyri ta góðu móttøkuna, sum hann og Fernanda hava fingið í Føroyum.
- Eg eri sera takksamur, og kenni meg ómetaliga vælkomnan, hóast hetta staðið er so nógv øðrvísi enn tað eg komi frá. Hvør skuldi trúð, at ein drongur úr eini lítlari bygd í Meksiko kundi gera nakað við tann siðbundna føroyska matin?
Sí vangan um Sebastian Jiménez á The Best Chef Awards her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald