2025-10-06 21:35

Nógvi vindurin í dag hevur við sær órógv á flogferðsluna í Vágum.
Flogførini hjá Atlantsflog til Keypmannahavnar og Paris fóru avstað tíðliga í morgun, men allar komur hjá Atlantic Airways eru avlýstar.
Flogfarið hjá Icelandair og Widerøe eru eisini avlýst.
Einasta flogfarið, sum er lent í dag er tað hjá SAS, sum lendi klokkan 12:43 og fór avstað aftur ein tíma seinni.
Flogførini eru útsett til í morgin, og tískil kann aftur nakað av órógvi væntast tá, til allir ætlaðu túrarnir eru gjøgnumførdir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald